Keypstreytir

Keypstreytir 

Hesar keypstreytir eru bert galdandi fyri keyp á heimasíðuni.

1. Bílegging og levering

Ordrin verður vanliga avgreiddur sama dag ella dagin eftir bíleggingina. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú TW-Myndir at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørkiTW-Myndir ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.

2. Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

3. Gjaldstreytir

Gjald fyri vørurnar kann gerast við:
1. Dankort, Visa/Dankort, Mastercard, Visa Electron og American Express.
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá TW-Myndir

Verður goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti so hevur hetta einki eykagjald við sær, men á Mastercard, Visa Electron og American Express kemur eitt PBS avgjald uppá 1,95 DKK.

4. Flutningstreytir

Vørurnar kunnu avheintast í handlinum, ella verða tær sendar við Posta. 

5. Trygd/umbýting 

Fyri framkallingar er eingin umbýtingarrættur. Allar aðrar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd, tó ikki uppá slitlutir ella við skeivari nýtslu av vøruni. Um so er at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 14 dagar eftir at TW Myndir hevur sent vøruna.